Tænastur

Tá ið sjúka ger um seg

Sjálvstøðugur vinnurekandi, sum ikki ella bert í lítan mun hevur leysa arbeiðsmegi aftrat sær, hevur rætt til dagpening eftir vanligu reglunum í dagpeningalógini – sí faldaran „Sjúkradagpeningur".
Tann sjálvstøðugt vinnurekandi kann somu leiðis velja at tekna eina sjálvbodna trygging og harvið tryggja sær fulla dagpeningaupphædd frá 1. fráverudegi uttan mun til, hvør inntøkan frammanundan sjúkrafráveruni hevur verið.

Sjálvstøðugur vinnurekandi, sum hevur arbeiðsmegi aftrat sær, hevur ikki rætt til dagpening, men kann ístaðin tekna eina sjálvbodna trygging.

Vert er sostatt at leggja til merkis, at tað kann hava stóran týdning fyri rættin til dagpening, um tann sjálvstøðugt vinnurekandi hevur arbeiðsmegi afturat sær og um viðkomandi hevur teknað sjálvbodna trygging.

Umsókn

Fyri at fáa sjúkradagpening skalt tú senda Almannastovuni umsókn. Tú hevur rætt til dagpening frá 1. fráverudegi, um Almannastovan hevur móttikið fráboðan um sjúkuna við læknaváttan, umsókn ella beinleiðis samskifti, í seinasta lagi 30. dagin eftir 1. fráverudag.
Tú hevur ábyrgdina av, at fráboðanin verður latin rættstundis inn til Almannastovuna.

Verður fráboðanin móttikin á Almanna stovuni seinni, verður dagpeningur veitt ur frá tí degi, fráboðanin er móttikin á Almannastovuni. Frávik frá freistini verður bert loyvt, tá avgerandi forðingar, sum umsøkjarin onga ávirkan hevur á, hava forðað fyri rættstundis fráboðan.

Læknaváttan


Saman við umsóknini skal vera ein læknafrágreiðing, ið staðfestir óarbeiðsførið.

Hvussu verður dagpeningur roknaður?

Dagpeningaútgjaldið hjá tí sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki ella bert í lítlan mun hevur leysa arbeiðsmegi afturat sær, verður útroknað við grundarlagi í seinasta álíknaða inntøkuárinum.

Dømi:

Ein sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki hevur arbeiðsmegi afturat sær, gerst óarbeiðs førur vegna sjúku og søkir um dagpening. Seinasta álíknaða inntøkuárið er 2010 og var inntøkan hetta árið 104.000,00 krónur sambært TAKS. Dagpeningaútgjaldið er í hesum føri 2.000,00
krónur um vikuna (104.000/52). Um viðkomandi ístaðin hevur teknað eina sjálvbodna trygging, hevur hann ella hon rætt til mest loyvda dagpeningaútgjaldið uttan mun til inntøkugrundarlag.

Mest loyvda útgjaldið er 4.033,00 krónur um vikuna íroknað frítíðarløn (2012).

Tryggingin er sostatt serliga verd at umhugsa, um tú fyri stuttum er byrjaður sum sjálvstøðugt vinnurekandi, og tí ikki hevur havt stórvegis inntøku frá sjálvstøðuga
virkseminum.

Sjálvboðin trygging

Treytin fyri at tekna trygging er, at tú ert arbeiðsfør/-ur, at tín heilsustøða ikki er munandi viknað ella at vandin fyri sjúku hjá tær er munandi øktur. Eisini er kravt, at umleið 3/4 av inntøkuni hjá tær skal stava frá sjálvstøðuga virkseminum. 3

3.Tryggingargjald

Fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2012 til 31. mars 2013 er tryggingargjaldið 5.853,00 krónur.

Ynskir tú at tekna sjálvbodna dagpeningatrygging, skalt tú lata umsókn inn til Almannastovuna, sí undir „Oyðubløð".

Tú hevur rætt til dagpening 4 vikur eftir, at tú hevur teknað trygging. Um tú ikki hevur goldið tryggingargjald í seinasta lagi ein mánað aftaná gjaldkomudagin, dettur tryggingin burtur.

Partafelag og smápartafelag

Tann, sum starvast hjá einum partafelag, er ikki at rokna sum sjálvstøðugur vinnurekandi og kann ikki tekna sjálvbodna trygging.

Stjórar

Tann, sum starvast sum stjóri í einum parta felag, er ikki at rokna sum sjálvstøðugur vinnurekandi og er vanliga heldur ikki at rokna sum løntakari í dagpeningahøpi.

Hesin er tí ikki fevndur av dagpeningalógini og hevur ikki rætt til útgjald.

Hvussu leingi kann tú fáa dagpengaútgjald?
Tú kanst í mesta lagi fáa dagpening í 40 vikur frá 1. fráverudegi í einum 12
mánaðar skeiði.
Tó kanst tú fáa dagpengar í upp til 2 ár, um talan er um arbeiðsskaða. Tað er ein
treyt, at málið um arbeiðsskaða er fráboðað Van lukku tryggingarráðnum og verð ur
við gjørt eftir Arbeiðsskaðatryggingar lógini.

Rætturin til dagpening hjá fólkapen sjón isti, sum hevur sjálvbodna trygging Rætturin til dagpening dettur burtur frá 1. í mánaðinum eftir, at fólkapensjón er tillutað og tryggingin dettur sostatt burtur frá hesum degi.

Ert tú framvegis sjálvstøðugur vinnurek andi, tá tú fyllir 67 ár, er vert at umhugsa, um tú framhaldandi ynskir at hava møguleikan at fáa dagpening vegna sjúku, ella um tú ístaðin ynskir at søkja um fólka pensjón.

Rætturin til dagpening fellur altíð burtur í seinasta lagi 1. í mánaðinum eftir, at
umsøkjarin er fyltur 70 ár.