Tænastur

Tá talan er um partvísa útróðrarvinnu

Vegleiðandi reglur um har útróðurin ikki er høvuðsvinna skattgjaldarans, og bruttosølan er kr. 150.000 ella meira, verður báturin viðgjørdur, sum fult vinnuligur, sambært kap. 3 í avskrivingarlógini. Agn og annað - so sum oljustudningur skal mótroknast teimum tilsvarandi útreiðslupostunum.
 
Er hinvegin bruttosølan minni enn kr. 150.000,- roknast báturin sum partvís vinniligur og verður tá farið fram soleiðis.
 
1. Um avlop er, kann avskrivast upptil 30% av saldo, tó hægst ájavnt við nettoavlopið aftaná nettoavlopið aftaná allar útreiðslur, eisini hýrur.
 
2. Avskrivast kann ikki í aðrari inntøku.
 
3. Hall kann IKKI dragast frá í skattskyldugar inntøku, og kann ikki fram- ella afturførast til frádrátt í rakstri tá avlop er. Eigarin kann tó mótrokna í egnum hýruparti sama ár. Altso hýra frá bátinum.
 
4. Rentur innihildnar í rakstrarhalli kunnu flytast til privat í tann mun tær ikki rúmast innan tann mótroknaða hýrupartinum.