Tænastur

Seyðahald

Rundskriv nr. 16 frá 8. apríl 1989 viðvíkjandi skatting av seyði sett úr gildi
 
Toll- og Skattaráð Føroya hevur avgjørt at seta úr gildi rundskriv nr. 16 frá 8. apríl 1989 viðvíkjandi skatting av seyði.

Hetta merkir, at tá støða skal takast til, hvørt talan er um vinnuligt virksemi ella sokalla ítriv/hobbyvirksemi, verður ein ítøkilig meting gjørd í hvørjum einstøkum føri.

Tey atlit, sum skulu takast, tá metingin verður gjørd, eru tey sum rættarpraksis hevur fyrisett, og sum fyri ein part eru endurgivin í Vegleiðingarskrivinum frá 1996 s. 120.