Tænastur

Sigling við ferðafólki

Við heimild í løgtingslóg um trygd á sjónum verður góðkenning frá Sjóvinnustýrinum kravd til alla sigling við ferðafólki. í stuttum kann sigast, at talan er um ferðafólkasigling, tá tað alment og móti gjaldi verður farið útferðir, fiskitúrar v.m. við ferðafólki.

Tey, sum ynskja at fara undir ferðafólkasigling mugu í góðari tíð frammanundan søkja Sjóvinnustýrið um loyvi. Við umsóknini skulu fylgja neyðugar upplýsingar um slag og stødd á báti, útgerð umborð o.a. Krøvini frá Sjóvinnustýrinum verða ásett í mun til tal av ferðafólki.


Vegleiðing: Mannagongdir og krøv til ferðafólkasigling
Oyðublað:
Umsókn um ferðafólkaloyvið

Einans tey skip og bátar, sum eru nevnd í yvirlitinum yvir góðkend ferðafólkafør hava góðkenning frá Sjóvinnustýrinum til at sigla við ferðafólki - sí yvirlit 
- og mælt verður ferðavinnuni frá at lýsa, viðmæla ella á annan hátt at vísa ferðafólki á ikki góðkend ferðafólkafør.

Sýn av ferðafólkaførum
Øll ferðafólkafør skulu regluliga sýnast av Sjóvinnustýrinum, ella einum herfrá heimilaðum felagi ella einstaklingi.


Tá ferðafólkafarið er góðkent, hevur bátaeigarin ábyrgdina av, at farið altíð er í sjódyggum standi. Sjóvinnustýrið áleggur bátaeigarum at brúka hesar kekklistar til endamálið.

Kekklisti: at brúka dagliga

Kekklisti: at brúka árliga

Kekklistin skal tryggja, at útvald trygdarkrøv regluliga verða eftirkannað í tíðarskeiðnum millum høvuðssýnini. Hesin kekklisti skal altíð vera umborð á farinum og, eftir umbøn, vísast fram fyri eftirlitsmyndugleikanum.