Tænastur

Okkara arbeiðsháttur

MANNAGONGD:

Kundin letur roknskapartilfarið inn, so sum avtala er gjørd um. Tað kann til dømis vera hvønn arbeiðsdag, ávísan dag í mánaðinum ella fyrst í hvørjum ársfjórðingi.

Kundin fær síðani eitt neyvt yvirlit yvir rakstur og fíggjarstøðu sendandi (í postinum, sum t-postur, etc.) (avtalaðar dagar, umleið 14 dagar seinni e.o.a.).

Bókað verður so hvørt, so kundin alla tíðina hevur eitt dagført bókhald og ein álítandi roknskap at halda seg til. Viðvíkjandi ársroknskapi er vert at hava í huga, at TAKS seinastu árini hevur lagt sektarbøtur á roknskap / sjálvuppgávur, sum eru latnar inn ov seint. Tí verða kundar okkara vinarliga mintir á at lata okkum skjølini í so góðari tíð, at ikki ov stórt trýst verður á ta tíðina, mest er at gera. Á tann hátt slepst undan ovbyrjaðum starvsfólkum og, sum avleiðing av tí, øktum vanda fyri mistøkum og seinkingum.