Dýrir meklarar

Onga aðrastaðni enn í Før­oyum krevja meklarar ómaks­gjald frá báðum pørtum.

Keyparin hevur ikki skyldu at rinda hetta gjald, men hann er sjálvandi bundin av hesum, um hann undirskrivar skjalið.Tað sigur Andrass Holm Arge, brúkaraumboð, sum júst hevur latið eina niður­støðu úr hondum, sum við­gerð ómaksgjøld, sum mekl­arar krevja frá bæði keypara og seljara í sambandi við keyp og sølu av ognum.

Trupulleikin er, at føroyskir húsa­meklarar umboða bæði keypara og seljara tá ein handil fer fram, og av somu orsøk krevja ómaks­gjald frá báð­um pørtum - 1,5 pro­sent av sølu­kostnaðinum frá hvørjum.

Er sølu­kostn­að­urin tvær milliónir krónur, skal hvør rinda fyritøkuni 30.000 krónur, ella 60.000 krónur tilsamans.Skyn sigur við Brúkara­umboðið, at upphæddin mill­um annað fevnir um arbeiðið at skriva skeytið, meðan Inni bara staðfestir, at hetta er ein treyt sum keyparin er kunnaður um frammanundan.Hetta at umboða tveir partar samstundis er ikki væl sæð nakrastaðni, og í granna­londunum er tað bann­að við lóg.

Í Føroyum er eingin lóg á økinum, og tað brúka mekl­ararnir til sín fyri­mun.Men tað eftir øllum at døma bara einspurningur um tíð. Løgtingslógin um keyp og sølu av fastari ogn varð fyri aðru ferð lagt fyri tingið 10. august í ár, men enn hevur 1. viðgerð ikki verið.

Verður henda lóg samtykt, verður dupult umboðan bannað.Tað eru ávíkavist Eik Banki og Bank Nordik sum eiga tær báðar størstu meklarafyritøkurnar Inni og Skyn. Aðrar størri sjálv­støðugar meklarafyritøkur finnast eisini, og umframt at advokatar standa fyri fleiri handlum.
 
Kelda: dimma.fo