Ógift pør dupultan rentustuðul

Tað loysir seg ikki altíð at vera giftur. Eitt par, sum eigur tvey hús, men er ógift, hevur rætt til at fáa rentustuðul fyri bæði húsini. Er støðan hinvegin tann, at tey eru gift og eiga tvey hús, hava tey ikki rætt til rentustuðul til bæði húsini.

Í sambandi við ársfrágreiðing sína, hevur Landsgrannskoðanin spurt TAKS, hvussu tað er við rentustuðili í løtuni, og dømi omanfyri við ógifta parinum við tveimum húsum og dupultum rentustuðuli, var eitt av svarunum.

TAKS greiddi Landsgrannskoðanini frá, at rentustuðul bert kann latast fyri eini hús. Hava eini hjún tvinni hús ella fleiri, fæst rentustuðul bert fyri tað eina húsið, sjálvt um tey búgva í báðum. Tá krevst at tey velja sær tað hús, sum rentustuðulin skal latast fyri, annars ásetur TAKS tað.

Rentustuðulsútgjaldið steðgar av ymiskum orsøkum, t.d. um:

- Lánið hækkar upp um mest loyvda markið.

Tað, tí at peningastovnurin hevur loyvt einari hækking av láninum, ella tí bert renta verður goldin. Tá ið rentan verður tilskrivað triðja hvønn mánað, og gjøldini fella hvønn mánað, kann henda, at samlaða lánsupphæddin fer upp um lánshámarkið.

- Bústaðurin er broyttur.

Bústaðarbroytingin kann vera, tí viðkomandi hevur broytt bústað, men tað kemur fyri, at kommunan broytir veganøvn og hvørji hús liggja á hvørjari gøtu.
Kelda: portal.fo