Lesandi skulu rinda til eftirløn


Frá 1. januar 2014 skulu lesandi, ið hava aðra inntøku enn lestrarstuðul, rinda til eftirløn av inntøkuni. Hetta merkir, at eftirløn skal rindast av allari inntøku, sum tey lesandi hava afturat sínum lestrarstuðli.

Løgtingið samtykti í vár eina nýggja eftirlønarlóg, sum áleggur øllum borgarum millum 21 ár og fólkapensjónsaldur at spara saman til egna eftirløn.

Í eftirlønarlógini er ásett, at eftir 1. januar 2014 skal í minsta lagi eitt prosent av inntøkuni rindast til eftirløn. Tað merkir, at vinnur ein lesandi 5.000 krónur um mánaðin afturat sínum lestrarstuðli komandi ár, skulu 50 krónur rindast til egna eftirløn. Síðani hækkar eftirlønargjaldið eitt prosentstig árliga til 15 prosent í 2028 og seinni. Hetta merkir ítøkiliga, at í 2015 hækkar bundna eftirlønargjaldið til 2 %, í 2016 til 3 % , í 2017 til 4 % o.s.fr. fram til 2028.

Lesandi uttanlands, sum hava varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum, hava ikki skyldu at spara saman til egna eftirløn av inntøku, sum er vunnin uttanlands. Men lesandi uttanlands, sum í tíðarskeiðum arbeiða og vinna sær pening í Føroyum, eitt nú í summar- ella jólafrítíðini, skulu rinda eftirløn av inntøkuni, ið er forvunnin í Føroyum. Til ber at lesa meira um fulla skattskyldu her

Kravda eftirlønargjaldið er galdandi fyri lesandi, sum í 2014 fylla 21 ár og tey, ið eru eldri enn 21 ár. Lesandi undir 21 ár kunnu rinda inn til eftirløn, men tey skulu ikki.