Nýggj vinnufelagslóg sett í gildi

Frá 1. januar 2012 verður løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg galdandi.

Ásetingarnar um eigarayvirlit verða settar í gildi seinni við kunngerð.

Parta- og smápartafeløg, sum nú verða kallaði kapitalfeløg, fáa nú, undir ávísum treytum, nakrar lættar og valmøguleikar í vinnufelagslógini, t.d. hesar:

Avgerð kann takast um at felagskapitalurin við stovnan, kann gjaldast inn partvís. Tó skulu í minsta lagi 80.000 kr. vera goldnar inn í smápartafeløgum og 125.000 kr. í partafeløgum.

 

Í ávísum førum kann sleppast undan metingarfrágreiðing við at innskoti av øðrum virðum við stovnan.

 

Tað ber til at lata avís sløg av fíggjarligum stuðli við egnum peningi hjá kapital-felagnum (stuðul til sjálvsfígging)

 

Samanleggingarætlan og kloyvingarætlan kann veljast frá í smápartafeløgum

 

Váttan frá metingarmanni um støðuna hjá kreditorunum kann veljast frá við samanlegging (fusión) og kloyving