Rentustuðulin niður í 34,5 % í 2014

 


Rentustuðulin til sethús lækkar støðugt.

Síðani løgtingið í 2009 samtykti, at stuðulin skuldi minka við einum prosenti um árið, er hann lækkaður fýra prosent - úr 40 til 36%.

Sambært lógini skuldi rentustuðulin vera 35 % í 2014, men lógaruppskot er lagt fyri løgtingið um ístaðin at lækka stuðulin næsta ár niður í 34,5 %.

Eftir 2014 lækkar rentustuðulin sambært uppskotinum soleiðis: 33,5% í 2015, 32% í 2016 og 31% í 2017.

Frá og við 2018 verður stuðulin 30%.

Í tíðarskeiðnum 2014-18 er tað bert stuðulsparturin hjá landinum sum lækkar, ikki stuðulsparturin hjá kommununum.

Av 35 prosentstigum í 2014 rindar landið 19,5 prosentstig og kommunurnar 15,5 prosentstig.

Lógaruppskotið lækkar haraftrat hámarksupphæddina 5.000 kr. árliga frá 2015. Tað vil siga, at í 2015 verður hámarksupphæddin 115 tús. kr., 110 tús. kr. í 2016, og 105 tús. kr. í 2017. Í 2018 og frameftir verður einans givin rentustuðul fyri rentuútreiðslur upp til 100 tús. kr.

Rentustuðul verður bert veittur til ein matrikul við einum hámarki, sum í 2011 var á 150 tús. kr. í árligum rentuútreiðslum, og sum lækkar við 10 tús. kr. árliga, til tað er niðri á 120 tús. kr. í 2014.

Sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár verður nettonýtslan mett til á 62,8 mió. kr. í 2013 og 56 mió. kr. í 2014.

Lækkingin kemst av, at rentustuðulin minkar í 2014 við 1,5 prosentstigi, svarandi til áleið 4,5 mió. kr.