Skattaður av fríari ferð

TAKS fer nú at gera rætting hjá teimum, sum fyri árini 2010 og 2011 eru skattaði av fríari ferð í millum bústað og arbeiðspláss uttanlands. Tað er ikki neyðugt hjá hesum persónum at koma við rætting til sjálvuppgávuna, tí TAKS hevur upplýsingar, ið eru neyðugir fyri at gera rættingarnar. Hesir fáa nýggja uppgerð sendandi í næstum.

Tey, ið ikki hava søkt um samdøgursfrádrátt fyri 2010 og 2011, kunnu gera tað við at útfylla oyðublað við broyting til samdøgursfrádrátt, oyðublaðið kann heintast her. Eisini er møguligt at senda ein teldupost til taks@taks.fo, har søkt verður um samdøgursfrádrátt fyri 2010 og 2011. Tá skal upplýsast Navn, p-tal hjá viðkomandi og hvussu nógvar dagar ein søkir um samdøgursfrádrátt fyri.