Taks átalu frá umboðsmanninum

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, hvussu TAKS viðgjørdi eina umsókn um rentustuðul. Umboðsmaðurin helt, at málsviðgerðin hjá Taks í hesum máli hevði verið alt annað enn nøktandi. Serliga vísti Umboðsmaðurin á mannagongdini hjá TAKS í sambandi við, hvussu upplýsingar vórðu savnaðir, fyri ikki at hava hildið notatskylduna og fyri ikki at hava partshoyrt klagaran, áðrenn avgerð var tikin. Umboðsmaðurin gav TAKS eina átalu fyri handfaringina av málinum og heitti á TAKS um at broyta mannagongd í slíkum málum fyri at tryggja, at reglurnar um notatskyldu og partshoyring verða hildnar. (j. nr. 201100095)

Undirritaði ynskir við hesum at kæra málsviðgerðina hjá TAKS av máli um játtan av rentustuðli til mín. Málið snýr seg um málsviðgerðina hjá TAKS í tíðarskeiðnum mars 2010 til juni 2011 í sambandi við, at eg søkti um rentustuðul til bústaðarlán til sethús míni í O. Fyrst skal gerast greitt, at kært verður ikki um, hvørt eg havi rætt til rentustuðul ella ikki.
Hesin spurningur er endaliga avgreiddur av Kommunalu Skattakærunevndini fyri P Øki, sum gav mær viðhald í, at eg hevði rætt til rentustuðul. TAKS hevur tikið við hesi avgerð.

Kæran hjá mær til Løgtingsins umboðsmann snýr seg um málsviðgerðina hjá TAKS í nevnda tíðarskeiði, har ið eg meti, at fleiri grov brot eru gjørd á fyrisitingarlógina, umframt at TAKS sum heild hevur viðgjørt málið á ósakligan og sera ódámligan hátt, m.a. við at eygleiða meg persónliga, umframt í fleiri førum at hava ringt til uttanfyristandandi persónar fyri at spyrja eftir persónligum upplýsingum at nýta ímóti mær.

Alt málið ber eisini týðiligt brá av, at starvsfólkini hjá TAKS kenna meg persónliga, og tískil eisini halda seg kenna til míni privatu bústaðarviðurskifti. Í allari málsviðgerðini frá byrjan til enda er heldur ongantíð grundgivið við tilvísing til nakra viðkomandi rættarkeldu.

Kæran er skrivað við útgangsstøði í trimum skrivum, sum fyriliggja í málinum
-  Avgerð hjá TAKS um noktan av rentustuðli tann 28.04.2010
-  Ummæli frá TAKS til Kommunalu Skattakærunevndini tann 28.11.2010
-  Skriv frá B kommunu til TAKS tann 24.06.2011
Avgerð hjá TAKS tann 28.04.2010

Málið byrjar við, at eg sendi umsókn um rentustuðul til TAKS tann 28.04.2010 (7. apríl 2010, mín viðm.). Í avgerð, fráboðað í telduposti tann 28.04.2010, boðar TAKS frá, at mett verður ikki, at eg havi rætt til rentustuðul, tí TAKS meinar, at bústaður mín í O bert er ein frítíðarbústaður. Fráboðanin hjá TAKS inniheldur fleiri brot á fyristingarlóg og góðan fyrisitingarsi