Ov sein sjálvuppgáva

Ov sein innkomin sjálvuppgáva er orsøkin til at TAKS nú hækkar inntøkur
Nógv hava fingið Skattauppgerðina í fjør aftur har víst er til hækkan sambært grein 104, men fleiri eru tey, sum ikki kennast við grein 104 og tí hava vit valt at endurprenta hana niðanfyri.


- Um fullfíggjað sjálvuppgáva av inntøku ikki er innlatin rættstundis, eins og frammanfyri er ásett, verður skattaskylduga inntøkan sett til eina metta upphædd. Toll og
skattaráðið verður heimilað at fyriseta neyvari reglur fyri metingum eftir hesi grein.


2. stk. 55) Verður fullfíggjað sjálvuppgáva av inntøku ikki latin Toll- og Skattstovu Føroya rættstundis, ella sjálvuppgávan ikki kemur inn, verður sekt áløgd við í mesta lagi kr.
5.000. Verður latið inn minni enn 7 dagar ov seint, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 2%. Verður latið inn 7 dagar ella meira ov seint, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 5%.


3. stk. 55) Avleiðingum, ið nevndar eru í hesi grein og § 119, og sum standast av tí, ikki at lata inn sjálvuppgávu, ella av ikki rættstundis at lata inn sjálvuppgávu, roknskap ella
roknskapartilfar, kann Toll- og Skattstova Føroya fráboða frítøku, lina um ella heilt lata falla burtur álagda sekt, tá ið tað av serligum orsøkum verður hildið at vera rímiligt.



Skattgjaldarin skal søkja um eftirgevingina og skal til undanførslu hava grund, sum Toll- og Skattstova Føroya telur fullgóða.