Útflutningurin í vanda

Stjórnin í Nigeria hevur boðað frá, at hon ætlar at minka um innflutningin av fiskavørum. Tað hevur við sær, at føroysku útflutningur fyri slaka hálva milliard er í vanda. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.

Endamálið hjá stjórnini í Nigeria er at stimbra fiskaframleiðslu í landinum, serliga fiskaalingina. Í hesum sambandi umhugsar stjórnin at seta í verk innflutningskvotur, og at hækka tollin á fiskavørum munandi komandi fýra árini

Málið er, at fiskainnflutningurin skal minka við 25% um árið komandi árini.

Nigeria innflytir nógvan uppsjóvarfisk. Sambært Hagstovu Føroya var virðið á samlaða føroyska útflutninginum til Nigeria í 2012 knappar 500 milliónir krónur.

- Um ætlanirnar hjá stjórnini í Nigeria vera settar í verk, kann hetta tí ávirka ein stóran føroyskan útflutningsmarknað negativt, verður sagt úr Vinnuhúsinum.

í Nigeria verður funnist at ætlanunum hjá stjórnini. Millum annað tí, at Nigeria ikki hevur møguleika at ala ella fiska ein stóran part av teimum fiskasløgum, sum høvdu verið rakt av tiltøkunum. Tað er serliga uppsjóvarfiskur sum makrelur, sild, hestamakrelur og svartkjaftur.

Tí verður ført fram, at Nigeria heldur átti at bannað ella lagt avgjald á tey fiskasløg, sum Nigeria sjálvt alir ella fiskar, ella at stimbra lokala framleiðslu á annan hátt, skrivar portal.fo