Taks viðhald í bilmálinum

 Sostatt hevur Hægsti Rættur tikið undir við sjónarmiðunum hjá TAKS um, at upprunaliga endamálið í lógini frá 1999 ikki var at fara skeivur av.

- TAKS fegnast um úrskurðin. Tað er hugaligt, at hetta drúgva mál loksins hevur fingið ein enda. Vit á TAKS hava áhaldandi tvíhildið um, at vit í sínari tíð bóru okkum rætt at. Úrslitið í dag er ein staðfesting av okkara støðu í málinum. Vit arbeiða miðvíst við at geva okkara kundum eina góða tænastu og rættvísa viðgerð, og tað fara vit at halda fram við at gera, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Talan var um ein einmæltan dómsúrskurð. Allir sjey hægstarættardómararnir góvu TAKS viðhald.