Um okkum

Meirvirðisgjald av íløgu

Avgerð tikin av Skatta- og avgjaldskærunevndini 14.november 2007. Kærari M/B XX og vit sum kæruumboð.
Evni: Meirvirðisgjald - íløgu mvg.
Skatta- og avgjaldskærunevndin avgjørdi at broyta avgerðina hjá Toll- & Skattstovu Føroyar.
 
Upplýst er m.a., at eigarin av bátinum í juli 2006 keypti  ein nýggjan bil til hetta virksemið og ynskti at fáa íløgu-mvgið afturgoldið, men Toll- og Skattstova Føroyar noktaði hesum vísandi til, at bilurin ikki einans verður brúktur vinnuliga.
 
Toll- og Skattstova Føroyar:
 
Toll- og Skattstova Føroya vísir á, at tá avgerast skal, um frádráttur er loyvdur fyri inngangandi meirvirðisgjald av persónbilum, verður útgangsstøði tikið í § 16, stk. 1 í mvg-lógini, har ásett er, at við inngangandi avgjald verður bert roknað avgjald av innkeypi, sum burturav viðvíkur sølu av vørum og avgjaldskyldugum tænastum. Stk. 2 í somu grein gevur møguleika fyri at rokna partar av inngangandi avgjaldi við í avgjaldskylugt keyp. Hetta er nærri ásett í Kunngerð nr. frá 20.mars 2000. Í § 5 í kunngerðini er ásett, at avgjald, ið viðvíkur keypi av persbili, ikki kann roknast við í inngangandi avgjaldið uttan so, at bilurin burturav verður nýttur í sambandi við sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum hjá virkinum.
 
Meginreglan er sostatt, at mvg í samb. við keyp av persónbili ikki kann frádragast í inngangandi avgjaldinum hjá einum virki. Tað áliggur hereftir virkinum at prógva, at bilurin burturav er nýttur í sambandi við sølu av vørum og avgjaldsskylugum tænastum hjá virkinum.
 
Toll og Skatt heldur ikki, at tað er sannlíkt, at ein bilur av hesum slag kann nýtast til fiskiveiðu burturav og sostatt noktar fyri at rinda íløgu-mvgið aftur.
 
Kærarin og vit.
 
Vit vísa á , at M/B xx verður altso rikin fult vinnuliga, og at bilurin gevur møguleikar at selja fiskin á eini uppboðssølu - eisini, at bilurin gevur bátaeigaranum møguleikar at fara  úr bygdini til smiðjuna, sum liggur í aðrari bygd og at koma á onnur pláss í Føroyum at keypa fiskireiðskap o.t.
 
Fundur í Skatta- og avgjaldskærunevndini.
 
Vit og kundin møttu á fundi hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini, har vit greiddu frá okkara sjónarmiðum. Kundin greiddi teimum frá, hvussu virksemið varð skipað o.a., og vit greiddu frá, at bilurin einans verður nýttur vinnuliga, og at kundin hevur ein annan bil til privata koyring. Eisini vísa vit á, at fyri at reka útróðrarvinnu má kundin hava ein bil afturat.
 
Avgerðin hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini !!!.
 
Sambært § 5 í kunngerð nr. 35 frá 20.mars 2000 frá Fíggjarmálastýrinum um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirivirðisgjald og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum kann avgjald, ið viðvíkur keypi av persón-, vøru- og lastvognum, har totalvektin ikki fer upp um 3500 kg. ikki roknast við í inngangandi avgjaldi, uttan so at akførini burturav verða nýtt í sambandi við sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum hjá virkinum.
 
Í hesum føri er talan um ein persónbil sum er altso ein persónbilur, og sum tí skuldi verið væl egnaður til privata nýtslu. Men kærarin hevur greitt frá, at hann hevur læst setrini fyri at fáa fiskakassar longri inn í bilin og at bilurin als ikki er egnaður til privatbrúk! - tí hann luktar so illa. Kærarin ella kundin hevur ein annan bil, sum hann brúkar til privatbrúk.
 
Skatta- og avgjaldskærunevndin metti soleiðis, at vit (sjálvsagt - saman við kunda okkara) høvdu lyft próvbyrðuna fyri , at bilurin burturav varð brúktur vinnuliga, og hann hevði tí rætt til at fáa íløgu-mvg afturgoldið !.