Um okkum

Staðfest tap

Lýsing av málinum.: Tiknu avgerðirnar eru staðfestingar av tí, sum Toll- og Skattstova Føroya, Miðøki, hevur fráboðað kunda okkara í ætlanarskrivum, sum eru dagfest hin 8.mars 2006. Avgerðirnar snúgva seg um, at frádráttur verður noktaður fyri hall av egnum virki.

Í ætlanarskrivunum frá Toll- og Skattstovuni verður boðað frá, at hall av egnum virki ikki kann dragast frá í inntøkuárunum 2003 og 2004, ti báturin ikki hevur verið rikin vinnuliga hesi árini. Víst verður til vegleiðingarskriv Líkningasráðsins 1996, síða 121 – 122, har tað framgongur: "at tá bruttosøla av útróðri er undir kr. 90.000 í einum ári, og talan ikki er um høvuðsvinnu, roknast báturin sum partvís vinnuligur í hesum árinum, og hall kann ikki dragast frá í aðrari skattskyldugari inntøku.” Harafturat verður upplýst, at Toll- og Skattaráð Føroya á fundi hin 15.februar 2002 samtykti at hækka hesa upphædd úr 90.000 kr. uppí 150.000 kr.

Tað verður harumframt upplýst í ætlanarskrivunum, at tað annars einki mark er millum vinnuligt og ikki-vinnuligt virksemi. Sag verður: "at m.a. verður mett út frá um høvuðsendamálið er at fáa peningaligan vinning burturúr, og hvat slag av virksemi talan er um. Sjónarmiðið um rentabiliteti kann eisini geva ábending um talan er um vinnuligt virksemi ella ikki.”

Í skrivi dagfest hin 14.mars 2006 hevur kundin gjørt Toll- og Skattstovu Føroya, Miðøki, varuga við
At tá ið báturin varð keyptur í 2002 var endamálið at hann skuldi drívast fult vinnuliga. Í nevnda skrivi greiðir kundin eisini frá, at báturin hevur verið fyri óhappi sum hevði við sær, at hann misti meiri enn 3 mánaðir av fiskitíð. Harumframt gjørdist kundin  álvarliga sjúkur. Upplýst verður síðani, at skriv, dagfest hin 21. mai 2004, varð sent til Toll- & Skattstovu Føroya, XX øki, um hesi viðurskifti, og at teir góðtóku støðuna. At enda vísir kundin á, at í 2004 fiskaði ein væl drivin snellubátur í økinum fyri einans 55.000 kr. Við hesum upplýsingum metir kundin seg at hava givið Toll- & Skattstovu Føroya eina frágreiðing um støðuna, sum prógvar, at báturin hevur verið rikin fult vinnuliga.

Toll- og Skattstova Føroya, Miðøki. Boðar í skrivi, dagfest 27.mars 2006, frá, at tey ætla at halda fast við, at kundi okkara ikki hevur rætt til at draga undirskot av egnum virki frá í aðrari inntøku á sjálvuppgávuni fyri ári 2003 og 2004!. Tað verður ikki grundgivið nærri fyri hesari støðutakanini í skrivinum. Hinvegin verður upplýst, at tey hava sett seg í sambandi við Toll- & Skattstovu Føroya. Lokal øki, og okkum, og staðfest verður, at:”...eftir øllum at døma hava tygum ikki fingið skrivligt svar uppá skrivið 21.mai 2004, men sum skilst so hava tygum fingið munnligt svar uppá áðurnevnda skriv.” Einki verður sagt um, hvar munnliga svarið fevndi um, og harvið verður heldur ikki tikin støða til munnliga svarið, sum eftir okkara áskoðan má metast sum ein sera týdningarmikil partur í viðgerðini av málinum.

Vit hava síðani vegna skattgjaldarin sent Toll- og Skattstovu Føroya, Miðøki eitt skriv, dagfest 4.apríl 2006, har vit boðar frá, at kæra verður send til Skattakærunevndina í XX øki í næstum. Upplýst verður, at kæran í høvuðsheitinum fer at snúgva seg um, at frádráttur er noktaður fyri hall, hóast skattgjaldarin áður hevur fingið munnliga tilsøgn um frádrátt frá leiðaranum á Toll- og Skattstovu Føroya í XX økinum og vit boða somuleiðis frá, at munnliga svarið kann prógvast umvegis starvsfólk hjá Toll- og Skattastovu Føroya.

Vit boða víðari frá í skrivi okkara, at tað kann undra, at Toll- og Skattstova Føroya ikki metir bátin at vera vinnuliga rikna. Hettar grundgeva vit við at siga, at talan er um skattgjaldara, sum hevur verið sjómaður alt sítt lív, ið keypir sær bát sum hann til fulnar setir sær fyri at reka vinnuliga, men so hendir eitt óhapp við bátinum og harafturat gerst eigarin álvarliga sjúkur. Harumframt boða vit teimum frá, at tað kann prógvast, at tað var lítið av fiski at fáa í árinum 2003 og 2004 í okkara økið. Við hesum heita vit á Toll- og Skattstovu Føroya um at viðgera málið við umhugsni.
Við broytingarskrivum, dagfest hin 11.apríl 2005 hevur Toll- og Skattstova Føroya, Miðøki síðani staðfest avgerðir sínar.

Vit venda okkum til Spf. Spekt um meiri ráðgeving í hesum málinum og er niðurstøða teirra hendan:

Av fyriliggjandi upplýsingum í málinum framgongur, at báturin er keyptur í 2002 við tí endamáli, at hann skuldi rekast vinnuliga. Í sambandi við, at drevið á bátinum brotnaði í august/september 2003, mátti báturin upp á land til umvælingar, og tískil misti báturin meira enn 3 mánaðir av fiskitíð.

Orsakað av hesum viðurskiftum varð skrivlig áheitan send til Toll- og Skattstova Føroya, XX øki, har biðið verður um, at báturin verður mettur sum fult vinnuliga rikin, hóast sølan av fiski í 2003 ikki var meiri enn 87.832 kr. Fyrrverandi leiðari á Toll- og Skattstovu Føroya, XX øki, hevur munnliga játtað áheitanini frá skattgjaldaranum. Skattgjaldarin hevur sostatt einki skrivligt tilfar, sum váttar tilsøgnina frá leiðaranum, munnliga játtan hevur givið honum eina grundaða vón um, at báturin fór at verða mettur sum fult rikin vinnuliga í 2003, tí eitt munnligt svar er eins bindandi og eitt skrivligt svar.

Í 2004 er sjúka høvuðsorsøkin til, at báturin ikki hevur verið í rakstri alt árið. Kundin gjørdist sera sjúkur í 2003. Í juni 2004 fór uttanlands har hann fekk ein likamspart skiftan út. So talan hevur verið um álvarsliga sjúku, sum sjálvsagt hevur darvað kundanum í at reka bát sín sum ætlað.

Viðvíkjandi tølum yvir fiskidagar og sølu kann upplýsast, at kundin í 2003 hevði 44 fiskidagar og avreiddi fyri 87.832 kr., meðan báturin í 2004 hevði 20 fiskidagar, og avreiddi fyri 38.004 kr. Til samanberingar kann upplýsast, at báturin í 2005 hevði 47 fiskidagar og avreiddi fyri 130.000 kr. Hesi tøl vísa, at lutfallið millum fiskidagar og søluupphæddir kann vera sera ymisk fyri einstøku árini, og tí er tað´ikki nøktandi bert at nýta søluupphæddir, tá mett verður um ein bátur er rikin fult vinnuliga ella ikki.

Vit upplýsa fyri Spf. Spekt, at í árinum 2003 og 2004 hevði ein vælrikin snellubátur í økinum ávikavist 65 og 55 fiskidagar í miðal. Nevndu tølini fevna um fiskidagar á leiðini har kundin býr. Eisini mettu vit, at tað er av alstórum týdningi, at hædd verður tikin fyri, hvar fiskað verður, tí fiskiskapurin hjá snellubátum er ymiskur leiðunum kring Føroyar. Eisini er tað týdningarmikið at taka hædd fyri, at talan er um fiskiskap við snellu, sum ikki kann samanberast við línufiskiskap.

Stutt sagt snýr hetta málið seg um, hvørt báturin M/B ???  er rikin fult vinnuliga í árunum 2003 og 2004 ella ikki.

Eftir okkara tykki eigur hædd at verða tikin fyri fleiri viðurskiftum enn bruttosølu, tá avgerast skal um ein bátur verður rikin fult vinnuliga ella ikki. Ein avgerandi treyt í hesum sambandi má vera, um báturin er útvegaður við vinnuligum endamáli fyri eyga. Í hesum førinum hevur kundin upplýst, at hann hevði ætlanir um at reka bátin fult vinnuliga, tá ið hann útvegaði sær bátin í 2002

Víst verður til ein dóm hjá Føroya Rætti frá 17.08.1982 (sak nr. XXX/XXX) har staðfest varð viðvíkjandi frádrátti fyri rakstrarútreiðslur, at tað í veruleikanum ikki er avgerandi, um ein bátur hevur havt vinnuinntøkur, men harafturímóti, um ætlanin var at nýta bátin til vinnuligt endamál. Dómurin hjá Føroya Rætti varð staðfestur av Eystara Landsrætti.

Í brævi frá Føroya Kærustovni, dagf. 1.september 2006 stendur:

Vísandi til skriv okkara frá 25.august 2006, har kunnað var um, at Stýrið fyri Toll- og Skattstovu Føroya hevði kært avgerðina hjá Kommunualu Skattakærunevndini frá 14.juli 2006, ið gav tygum viðhald í at virksemi hjá M/B ?? er FULT VINNULIGT og tí skuldi skattainntøkan
Fyri árini 2003 og 2004 ikki hækkast !!.

Sagt verður frá, at Stýrið í dag hevur boðað Kærustovninum frá, at kæran verður TIKIN AFTUR. Sostatt er avgerðin hjá Kommunualu Skattakærunevndini galdandi, og kærumálið verður við hesum endað.

Hettar málið tók sera drúgva tíð, men ein staðfesting av at kundin og vit fingu viðhald