Um okkum

Rakstrarhall

Kundin hjá okkum rekur í hesum førunum ein útróðrarbát. Hann hevur eitt rakstrarhall uppá 65.000 krónur, sum hann ikki sleppur at draga frá á Sjálvuppgávuni. TAKS meinar, at báturin er ikki vinnuliga rikin – tí hann ikki hevur fiskað yvir 150.000 krónur sum er teirra mark fyri vinnubátin.
 
Báturin ið talan er um fiskaði fyri einans 100.000 krónur hetta árið.Her vórðu vit ikki samdir við TAKS, tí eigarin hevði keypt bátin við tí endamáli at dríva bátin vinnuliga, men eigarin kom í tað støðu at maskinan brotnaði o.a., soleiðis at hann kom at missa fleiri fiskidagar og var orsøkin tann at hann kláraði ikki at fiska yvir hesar 150.000 krónurnar.
 
Vit kærdu avgerðina hjá TAKS til lokalu skattakærunevndina, ið gav okkum viðhald. Síðani kærdu vit til Skatta- og avgjaldskærunevndina, sum eisini gav okkum viðhald.Viðhaldini hjá kærustovninum var tann, at bátseigarin var ikki harri yvir teimum óvæntaðu útreiðslunum.TAKS mátti sostatt góðtaka hallið. Og so kunnu vit leggja afturat at bátaeigarin fekk ein avlopsskatt, og um vit ikki kærdu hetta mál skuldi hann hinvegin gjalda ein heldur stóran írestandi skatt.
 
So sigast má, at her gjørdu vit bátaeigarnum eina góð tænastu!.